Umsorgan og eldrarøkt í Tórshavnar kommunu
Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu veitir teimum borgarum í kommununi, sum hava tørv á tí, umsorgan og røkt.
Kjarnuuppgávan hjá Heilsu- og umsorganartænastuni er við miðvísari umsorgan, tænastu, heimatænastu, heilsu- og sjúkrarøkt at stuðla borgaran soleiðis, at hann gerst virkin og vakin alt lívið. Heilsu- og umsorgnanartænastan er skipað við einum stjóra og trimum eindum, hvør við sínum leiðara.
Í samlaðu Heilsu- og umsorganartænastuni eru 375 ársverk. Tilsamans starvast umleið 550 fólk í Heilsu- og umsorganartænastuni.
Í Heilsuhúsinum er tvørfaklig visitasjón til røktartænastur og tilboð. Heilushúsið veitir eisini ávísar tvørgangandi tænastur til røktareindirnar og stendur fyri fyribyrgjandi tilboðum, venjingum, heimavitjanartænastu, rehabilitering v.m.
Borgarar, sum hava tørv á tænastum og tilboðum – eitt nú at søkja um røktarbúpláss ella heimahjálp, skulu venda sær til móttøkuna í Brekkutún 1. Har ber eisini til at fáa vegleiðing um umsóknarbløð, tænastur, tilboð, rættindi v.m.
Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í Heilsuhúsið og tvær búeindir við 203 búplássum umframt 11 umlættingarplássum og fimm plássum til samdøgursendurvenjing.
Stjóri í Heilsu- og umsorganartænastuni er Eyðfríð L. Jacobsen, og eindarleiðarar eru Asta Marjunardóttir, Ingun Ejdesgaard og Maiken Olsen. Heilsuhúsið heldur til í Brekkutúni 1 í Hoyvík. Les meira um bygnaðin í Heilsu- og umsorganartænastuni HER.
(kelda: torshavn.fo)