Eldraráðsval 2020
Val til Eldraráðið í Tórshavnar kommunu verður í oktobur 2020. Brævatkvøðurnar verða sendar okkum borgarum 60 ár og eldri, og so ber til at atkvøða fram til 22. okt. 2020. Brævatkvøðurnar skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi 22. oktober 2020 kl. 12.
Fimm limir og fimm tiltakslimir verða valdir í eldraráðið.
Hesi bjóða seg fram
Bjørghild Djurhuus
Birgit Hansen
Ingrid S. Henriksen
Katrin Holm
Turið Holm
Julianna Klett
Eyrith Guttesen Leyni
Marin Rasmussen
Petur Rouch
Ingigerð á Trøðni
Robert Vilhelmsen
Uppgávan hjá eldraráðnum er at ráðgeva býráðnum í eldrapolitiskum spurningum. Endamálið er at tryggja, at tey gomlu verða hoyrd í viðurskiftum, sum viðkoma teimum, og eisini at gagnnýta teirra vitan og royndir mest møguligt.
Eisini skal ráðið virka fyri, at tey eldru verða kunnað um broytingar og nýskapanir á eldraøkinum. Eldraráðið kann av sínum eintingum siga býráðnum sína hugsan um eitthvørt evni av almennum áhuga fyri tey eldru, koma við hugskotum og seta spurningar.
Um Eldraráðið
1. januar 2006 fekk Tórshavnar kommuna eldraráð. Uppgávan hjá ráðnum er at ráðgeva býráðnum í eldrapolitiskum spurningum. Endamálið er at tryggja, at tey gomlu verða hoyrd í viðurskiftum, sum viðkoma teimum, og eisini at gagnnýta teirra vitan og royndir mest møguligt. Eisini skal ráðið virka fyri, at tey eldru verða kunnað um broytingar og nýskapanir á eldraøkinum. Eldraráðið kann av sínum eintingum siga býráðnum sína hugsan um eitthvørt evni av almennum áhuga fyri tey eldru, koma við hugskotum og seta spurningar.
Eldraráðið skipar seg við formanni, næstformanni, kassameistara og skrivara á fyrsta fundi eftir valið. Tórshavnar kommuna setir eina upphædd á fíggjarætlanini til eldraráðsins virksemi. Eldraráðið hevur skrivstovu í Tilhaldinum í Tórsgøtu.
Á myndini oman fyri síggja vit frá vinstru: Julianna Klett, Marin Rasmussen, Katrin Holm, Birgit Hansen, Petur Rouch, Ingrid S. Henriksen, Ingigerð á Trøðni, Bjørghild Djurhuus og Robert Vilhelmsen. Turið Holm og Eyrith Guttesen Leyni vanta á myndini.
Á heimasíðini hjá kommununi torshavn.fo fæst meira at vita um tey ymisku valevnini, sum hava valt at bjóða seg fram. Les meira her.