Fulltíðarstørv og starvsfólkamenning innan eldrarøktina
Hesa seinastu býráðssetuna hevur nógv verið gjørt fyri at seta okkara veikastu borgarar í miðjuna, hóast málið enn ikki er rokkið. Tað, sum er gjørt av raðfestingum, bæði á dagstovnaøkinum og eldraøkinum, eigur at halda fram og raðfestast enn fremri í næstu býráðssetu.
Neyðugt er at byggja bæði røktar- og umlættingarheim fyri at nøkta tørvin í einari kommunu, sum stendur í vøkstri og menning, sum Tórshavnar kommuna hevur gjørt tey nógvu seinastu árini. Men vit mugu ikki gloyma krøvini um, at tey eldru og veiku eisini skulu hava eitt innihaldsríkt lív. Og tað fáa tey ikki uttan væl uppløgd, nøgd og fakliga sterk starvsfólk.Starvstfólkini, sum arbeiða við heilsu og umsorgan í kommununi eru bæði væl uppløgd, nøgd og dugnalig. Tey útinna eitt framúr gott og týdningarmikið starv. Tey fevna um nógvar ymiskar fakbólkar, so sum sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, fysioterepeutar, ergoterapeutar og aðrar yrkisgreinar. Harumframt er ein rættiliga stórur starvsbólkur ófaklærdur.
Sambært upplýsingum av heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu eru 375 ársverk í Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu, sum eru lutaði út til o.u. 550 starvsfólk. Hetta merkir, at nógv eru, sum arbeiða niðursetta tíð.Ein av fremstu uppgávunum hjá komandi býráð verður at gera tað møguligt hjá hesum mongu og dugnaligu starvsfólkum at verða førleikament innan sítt starvsøki og geva teimum fulltíðarstørv at røkja. Hetta vildi hækkað tað fakliga støðið í eldrarøktini, og bøtt munandi um tænasturnar til tey eldru. Tað er ein avbjóðing fyri røktarøkið, at lutfalsliga nógv starvsfólk eru, sum ikki hava eitt yrkisprógv, ið viðurkennir teirra nógvu førleikar, samstundis sum fleiri av hesum starvsfólkum arbeiða niðursetta tíð.Hevur kommunan avbjóðingar at fáa nóg nógv útbúgvið heilsufakfólk til eldraøkið, so eigur kommunan sjálvandi at taka stig til, at loysa hesar avbjóðingar.
Kommunan hevur møguleika at skipa fyri førleikamennandi skeiðum og styttri útbúgvingum til síni heilsustarvsfólk, um ynski og vilji er til tað. Ikki er neyðugt at bíða eftir, at aðrir myndugleikar taka stig til hetta fyri kommununa, og kommunan nýtist ikki at gera seg bundna av øðrum stovnum og myndugleikum. Sjálvandi verða skeið og útbúgvingar av hesum slag fyrireikað í samstarvið við Heilsuskúla Føroya og møguliga eisini Deildina fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum, fyri at tryggjað fakliga stigið á skeiðunum.
Her endurgevi eg Mary Antonsdóttir forkvinnu í Heilsuhjálparafelag Føroya: “Vit hoyra mangan, at leiðarar siga, at fólk ikki vilja starvast fulla tíð, hetta tí at tað er ov strævið. Men hví er tað ov strævið? Er veruleikin veruliga tann, at mann í 2020 skipar arbeiðið á eldraøkinum við so lágari normering, at ongin tíð er til annað, enn ta basalu røktina? Hvat er tað fyri ellisár, vit bjóða okkara eldru, sum hava lagt lunnar undir okkara vælferðarsamfelag?” (Sosialurin 30.09.2020).
Her endurgevi eg Dianu Poulsen Strøm sjúkrarøktarfrøðing á Boðanesheiminum: “Sum sjúkrarøktarfrøðingur hevur man fingurin við í øllum. Fólk verða eisini útskrivað tíðliga av sjúkrahúsi og tað krevur, at tað er høg kompetensa og fakligheit á eldraøkinum. Her er góður trivnaður og man hevur góðar sømdir.” (Faldarin ‘Starvsfólk – Heilsufremjan, fyribyrging, røkt og viðgerð og rehabilitering’, Tórshavnar kommuna).
Hesar báðar útsagnir bera boð um, at høg faklig krøv verða sett teimum, sum starvast innan eldraøkið. Somuleiðis siga tær, at starvsfólkini brenna fyri sínum starvi og vilja gera alt, tey eru ment at veita teimum gomlu og veiku góða tænastu. Hetta er at fegnast um, og kommunan eigur at síggja møguleikan nú at taka tað næsta stigið, ið skal lyfta eldraøkið upp á eitt fult nøktandi støði, við at geva starvsfólkunum á gólvinum møguleika at førleikamennast og at arbeiða við røktini fulla tíð.
John Dalsgarð
Valevni fyri Tjóðveldi til kommunuvali í Tórshavnar kommunu