Kommunan skal førleikamenna síni starvsfólk

Eg stilli upp til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu 10. november 2020.
Tú veitst, hvat tú fært!

Ein týðandi bólkur av starvsfólkum í kommunalum og almennum størvum fær ikki ta neyðugu førleikamenningina bjóðaða innan sítt fakøki. Talan er um bólkin av ófaklærdum starvsfólki, serliga tey, sum starvast innan eldraøkið og í barnagørðunum, men eisini onnur.

Sum arbeiðsgevarar ganga kommunur og tað almenna á odda, tá tað snýr seg um at førleikamenna síni starvsfólk. Men tey gloyma at starvs- og førleikamenna tey ófaklærdu starvsfólkini, sum í nógvum førum røkja seruppgávur og hava nógva vitan og førleikar á sínum øki. Teimum vantar bert tað formligu viðurkenningina, ið krevst fyri at vera við til at menna eitt so týðandi starvsøki, sum eitt nú eldrarøktin er.

Tórshavnar kommuna er ein av landsins størstu arbeiðsgevarum, og lutfalsliga stórur partur av starvsfólkunum í kommununi eru ikki faklærd.

Talan er um eini 800 starvsfólk í kommununi, sum eru ófaklærd. Viðmerkjast skal, at ársverkini eru væl færri, tí nógv av hesum fólkum, um ikki meginparturin, arbeiða niðursetta tíð. Eisini skal gerast vart við, at hetta er serliga galdandi fyri starvsfólkini innan røktarøkið og á barnagarðsøkinum.

Tað er ikki eitt krav, at ØLL starvsfólk SKULU vera faklærd. Tó er støðan tann innan fleiri yrkisgreinar, at høg krøv verða sett til førleikar og fakligheit. Hetta er galdandi bæði innan eldraøkið og á barnagarðsøkinum.

Felags kann sigast, at nógv ófaklærd starvast innan hesi øki, sum hava vunnið sær drúgvar og virðismiklar førleikar í sínum starvi. Kortini sær arbeiðsgevarin ikki hesi sum ein bólk, ið skal førleikamennast í sínum yrki, á sama hátt sum teir faklærdu yrkisbólkarnir.

Hetta kann sjálvandi hava nakað við sáttmálaviðurskiftini millum partarnar at gera, har tey “yrkislærdu” fakfeløgini hava dugað betur at gjørt vart við síni ynski um førleikamenning í sínum starvi. Í mong ár hevur m.a. Havnar Arbeiðskvinnufelag gjørt vart við henda trupulleika, men tað hevur bert verið tosað fyri deyvum oyrum.

Tí er tað so miki meira umráðandi, at kommunali arbeiðsgevarin er tilvitaður um støðuna í starvsfólkahópinum, so at uppgávurnar verða loystar á besta fakliga hátt. Ein meginregla í hesum sambandi er, at starvsfólkini innan hesi týdningarmiklu øki skulu kunna arbeiða fulla tíð í sínum starvi.

Fleiri av teimum ófaklærdu heilsuhjálparunum við høgum starvsaldri fáa umleið somu løn sum nýútbúnir heilsuhjálparar. Tað er at fegnast um, at starvsfólk innan somu ella líknandi starvsøki og við somu ella líknandi starvsførleikum fáa somu løn fyri sítt arbeiði. Ágóðarnir ella fyrimunirnir av hesum eiga tó ikki at steðga her, tí kommunali arbeiðsgevarin hevur stóran tørv á væl útbúnari arbeiðsmegi, sum alla tíðina er dagførd, serliga innan hesi økini, ið hava við børnini og okkara gomlu at gera.

Tórshavnar kommuna eigur í hesum sambandi at fáa í lag, at hesir ófaklærdu starvsbólkar fáa prógv upp á tað, sum tey duga, og sum tey hava vunnið sær virðismiklar førleikar í. Hetta er galdandi bæði fyri røktarstarvsfólk og tey, sum starvast sum hjálparfólk innan námsfrøðiliga økið.

Endamálið hjá kommununi er sjálvandi at lyfta støðið á tænastuni innan hesi øki, sum tíverri ikki er fult nøktandi enn. Fyri tey einstøku starvsfólkini vildi tað verið ein nógv betri støða at verið í, um tey høvdu eina viðurkenda útbúgving at halla seg til.

Øll starvsfólkini kunnu ikki verða førleikament ella útbúgvin í einum høggi. Hetta tekur tíð, men umráðandi er at fáa sett gongd á førleikamenningina innan hesi øki í kommununi. Sum eina byrjan kundi kommunan sett sær fyri at førleikamett og førleikament eini 10-20 av sínum starvsfólkum innan hesi øki tað næsta árið.

Tí eigur kommunan at bjóða hesum starvsfólkum, sum hava hug og vilja tað, at verða førleikamett innan sítt yrki, og síðani fáa tikið eina útbúgving sum heilsuhjálpari ella námsfrøðihjálpari eftir einum serstøkum leisti, ið er skræddaraseymaður til tað einstaka starvsfólkið. Tað skal bera til hjá starvsfólkunum at arbeiða samstundis sum førleikamenningin ella útbúgvingin verður tikin, eitt nú við at arbeiða fýra dagar um vikuna og ganga í skúla ein dag um vikuna, uttan lønarmiss. Hetta letur seg gera í dag. Tað krevst bara vilji til at gera tað. Um 20 starvsfólk verða førleikament eftir hesum leisti um árið, kostar hetta kommununi samanlagt umleið 1,6 mió. kr. árliga, ið er væl útgivin skattapeningur.

John Dalsgarð
Valevni fyri Tjóðveldi til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu

Vitja mína Facebook politikarasíðu: facebook.com/jdval2020

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *