Meira inklusjón og betri starvsmøguleikar
Í februar í 2020 vóru 1763 persónar búsitandi í Føroyum, ið komu úr londum uttan fyri Norðanlond. Hesi umboða heili 100 ymiskar tjóðir og eru av samlaða fólkatalinum í Føroyum 3,6%.
Filippsoyggjar, Rumenia, Pólland, Teiland, og Stórabretland eru tey fimm londini, ið eru best umboðaði í Føroyum.
Útlendingarnir í Føroyum hava ilt við at gerast natúrligur og sjálvsagdur partur av føroyska samfelagnum. Føroyska “stórfamiljan” er afturlatin og tykist óttafull, tá tað ræður um at fáa útlendingar við ymiskari mentanarligari bakgrund við í felagsskapin.

Føroyski felagsskapurin hevur onga orsøk til at vísa okkara útlendsku borgarum frá sær, soleiðis sum gjørt verður í dag, hvørki tá tað snýr seg um at fáa atgongd til arbeiðsmarknaðin ella luttøku í frítíðarvirksemi. Rættiliga vanligt er, at útlendsku borgararnir fáa størv og uppgávur, sum ikki fremja ta neyðugu inklusjónina í samfelagnum.
Sum heild tykjast útlendsku borgararnir at hava tað gott í Føroyum og trívast. Men málslig viðurskifti, eina mest millum okkum føroyingar, og okkara verjukendi hugsanarháttur (serføroysk mentan), eru ein stór avbjóðing hjá hesum fólkum, sum annars eru væl fyri, bæði sosialt og útbúgvingarliga. Tí eiga tey at fáa sínar útbúgvingar og førleikar viðurkendar á jøvnum føti við okkara egnu, og soleiðis gerast ein meira natúrligur partur av føroyska samfelagnum.
Tað hevur stóran týdning, at allir føroyskir myndugleikar, og tey, sum varða av arbeiðsmarknaðinum, ganga saman um at virka fyri, at tann føroyski integrasjónspolitikkurin eydnast. Heilt avgerandi fyri hetta er, at okkara útlendsku borgarar eru virknir luttakarar í tilgongdini, og tað merkir, at tey fáa uppgávur og lyklastøður, vera tikin við upp í arbeiðið at skapa integratiónspolitikkin og verða tikin við upp á ráð, eins og vit rokna við, at vit sjálv verða.
Tórshavnar kommuna kann gera sítt til, at ein tilgongd, sum nevnd er her, verður sett í verk. Sitandi býráð hevur longu sett skjøtil á hetta týdningarmikla arbeiði við at seta ein integratiónssamskipara í starv. Tað er umráðandi, at hesin integratiónssamskipari hevur tætt samstarv við útlendsku borgararnar, sum øll hava ymiska bakgrund, men sum øll hava somu avbjóðingar at fóta sær sum borgari í Føroyum. Hesin samskipari kundi verið útlendingur sjálv/ur og partur av tí útlendska umhvørvinum, men eisini hava gott innlit í tað føroyska samfelagið.
Ein týðandi liður í arbeiðinum hjá kommunu, landi og felagskapum er at gera kunningina til útlendsku borgararnar betri og meira sjónliga. Hon má eisini gerast meira professionell og skipað, við starvsfólkum, sum hava teir røttu førleikarnar. Í kommununi eru longu nógvar og væl virkandi tænastur, sum til ber at kunna betur um, eitt nú bókasavnstænastur, ymisk vegleiðing og ráðgeving, umframt tænastur, sum vit halda vera eyðsýndar, men sum útlendski borgarin ikki fær eyga á, tí eingin, ella bert avmarkað kunning, er at finna.
Ein avgerandi og afturvendandi spurningur hjá útlendsku borgarunum, er tann afturhaldandi hugburðurin, ið summi arbeiðspláss vísa, tá ið útlendingar søkja starv, og teir verða vrakaðir, eina mest av málsligum ávum. Hetta er ikki við til at fremja integratiónina, og harumframt er tað ein smeitur fyri føroyska samfelagið.
Í einum kommunalum integratiónspolitikki eigur spurningurin um støðuna hjá okkara útlendsku borgarum á arbeiðsmarknaðinum at verða raðfestur frammarlaga. Tað er júst á arbeiðsmarknaðinum, at vit øll vísa okkara leiklut í verki og gerast partur av heildini, sum er felagsskapurin. Tí mugu útlendsku borgararnir hava betri atgongd til føroyska arbeiðsmarknaðin. Sama er galdandi fyri útbúgving og førleikamenning.
Í integratiónsálitinum hjá Tórshavnar kommunu frá 2015 verður m.a. sagt, at integratión kann ikki bara fremjast við boðum úr politisku skipanini (top-down), men krevur, at allir partar átaka sær ein virknan leiklut. Umráðandi er tí, at lands- og kommunalir stovnar, felagsskapir og útlendingar sjálvir samstarva fyri at skapa karmarnar kring møguleikarnar hjá tí einstaka útlendinginum.
Tað merkir, at integratión er ikki bert ein spurningur um útlendskar borgarar, sum eru fluttir til kommununa. Vaksandi talið av tilflytarum setur eisini nýggj krøv til viðkomandi stovnar, bæði viðvíkjandi nýggjum uppgávum, nýggjum upplýsingum og nýggjum samskifti. Tískil mugu starvsfólkini í hesum stovnum og virkjum í nógv størri mun laga seg til tær nýggju umstøðurnar og nýggju avbjóðingarnar.
John Dalsgarð
valevni fyri Tjóðveldi til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu