Hundalív í Havn

Talið av hundum, sum fólk fáa sær til stuttleika, er vaksandi í kommununi. Hetta ber í sær øktar avbjóðingar, bæði fyri hundaeigararnar og hinar borgararnar í kommununi. Kann kommunan gera nakað fyri bøta um hundalívið í kommununi?

Serliga snýr trupulleikin seg um, at fólk gloyma at hava hundin í bandi og at taka lortin upp. Kommunan eigur t.d. at kunna hundaeigarar um, hvar í kommununi, gott er at ganga túr við hundi, sjálvandi í bandi, og har neyðug skelting er, sum sigur, hvussu hundaeigarar annars eiga at bera seg at. Umstøður at taka upp hundalort kunnu gerast betri, t.d. við at seta upp haldarar við “lortaposum” og spannum at koyra lortin í.

Ein faldari við vegleiðing um, hvussu hundaeigarar best kunnu bera seg at við sínum hundi í kommununi, eigur at verða gjørdur og lagdur á heimasíðuna hjá kommununi. Umráðandi er at kommunan hoyrir seg fyri hjá hundaeigarunum, áðrenn ein slík vegleiðing verður gjørd.

Sambært hundalógini er ikki loyvt at hava hund gangandi leysan á gøtu, vegi, breyt ella øki o.t., sum opin eru fyri vanligari ferðslu, uttan so at hann er havdur í bandi ella er við fólki, sum hevur fult ræði á honum. Hundur kann ikki sigast at hava ein leiðara, bert tí hann er undir eftirliti frá ánarans húsum ella vinnustaði. Verður hundur havdur í bandi, skal tað vera so stutt, at leiðarin hevur hann tætt inni at sær.

Gongur hundurin leysur uttan leiðara, sum hevur fult ræði á honum, tekur løgreglan hann upp og boðar tí frá, sum hundin eigur. Hevur hundurin ikki helsi og spjaldur, sum lógin krevur, verður lýst eftir ánaranum. Hevur ánarin ikki innan 3 ferðir 24 tímar frá tí, boðað er frá, ella lýst er eftir, loyst hundin móti at rinda tey gjøld, sum staðist hava av upptøkuni, kann løgreglan avhenda ella avlíva hann.

Bý- ella bygdaráðið kann áseta eitt gjald fyri útreiðslurnar av, at hundur verður upptikin og innilæstur. Um gjaldið ikki verður goldið av honum, sum hevur hundin, ber kommunan útreiðslurnar.

Frá sólsetri til sólarrenning, tó í minsta lagi frá kl. 21.00 til kl. 05.00, skal hundur altíð vera í bandi, vera inni ella fullvæl bundin. Undir regluna kemur hvørki hundur, sum nýttur verður av almennum myndugleika ella góðkendur seyðahundur, sum ánarin nýtir til røktingar.

Ikki er loyvt at hava hund í bandi frá motorakfari, rossaakfari og heldur ikki frá hestabaki.

Tað er forboðið alsamt at hava hundin bundnan. Tá ið hundur verður hildin bundin, skal bandið vera minst 5 m langt, og hann skal sleppa til rúm, so hann fær krokað nóg væl fyri regni, vindi og kulda. Um tað er hundahús, skal tað vera rúmligt, og so mikið høgt, at hundurin fær staðið uttan at bera ímóti.

Tað liggur á hvørjum, sum hevur hund, at gera tað, sum eftir viðurskiftunum krevst at fyribyrgja, at hundurin ger skaða. Tann, sum hevur hund, skal hava hann ábyrgdartryggjaðan. Tryggingarfelagið heftir beinleiðis tí, sum kom fyri skaðan fyri endurgjald.

Tórshavnar kommuna hevur aktingarmann at taka leys djór upp og at týna rottu og vespubýli. Ring til Snarskivuna tlf. 30 20 10 ella boða frá í sjálvgreiðsluni.

Eingi djór eiga at ganga leys á almennum økjum í kommununi. Til ber at lesa løgtingslóg um hundar HER.

Leys djór verða tikin upp í samstarvi við løgregluna, ið eisini boðar eigaranum frá. Fráboðanir um leys djór skulu gerast til løgregluna á tel. 35 14 48.

Tá ið eigari kemur eftir upptiknum djóri, fær hann álagt eina bót.

Leave a Reply

Your email address will not be published.