Verjið og varðveitið Reyn!

– elstu bygdina í Havn!

Býlingurin úti á Reyni í Havn er ein dýrgripur fyri alla Havnina og allar Føroyar við. Tí er tað ikki líka mikið, hvussu virksemið í hesum býlingi verður skipað og handfarið. Neyðugt er at heildarætlan verður gjørd fyri Reyn, sum í størri mun tekur hædd fyri, at økið í gomlu Havnini verður vart og varðveitt sum bústaðarøki.

John Dalsgarð, valevni til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu fyri Tjóðveldi.

Mær vitandi er eingin ætlan fyri, hvussu Reyn og gamli býarparturin í Havn skulu tryggjast sum ein upprunabygd og miðdepil í Føroyum, har fólk búgva.

Eitt er, at føroyingar vísa økinum stóran áhuga. Men útlendsku ferðafólkini og gestir, ið koma at vitja, sýna ikki minni áhuga.

Tað, sum ger Reyn og Tinganes serliga áhugavert fyri tey, ið vitja økið, er, at tað er gomul búseting, at her býr fólk og staðið er rættiliga væl varðveitt í einum upprunakendum og søguligum líki. Tað búgva tíverri ikki fólk í hvørjum húsi, men tó í teimum flestu, og spurningurin um bústaðarskyldu átti at verið viðgjørdur.

Reynabúgvar vilja helst varðveita bygdina ella býlingin á Reyni sum bústaðarøki í mest møguligan mun. Tí er tað við stórum ampa, at hugt verður eftir tí, sum fer fram rundan um okkum, ikki altíð líka sjónliga, men tó nóg týðiliga til at tað ørkymlar tey flestu.

Áhugin at sleppa at seta eitt ella annað virksemi á stovn í økinum er stórur, ja alt ov stórur í mun til tað, sum økið tolir. Vit kunnu bara spyrja, hvar markið skal ganga?

Í løtuni roynir eitt íløgufelag at byggja ein bygning úti undir Bakka, sum skal hýsa 15 hotellíbúðum. Felagið útvegaði sær fyri nøkrum árum síðan eitt grundøki at byggja á fram við bryggjuni við Vestaruvág. Og felagið hevur loyvi at byggja á staðnum, sambært byggisamtyktini, men tað skal vera til ávíst virksemi, og hotellíbúðir eru ikki fevndar av hesum virksemi.

Ætlaða byggingin er so mikið umfatandi, og ger seg so nógv inn á verandi umhvørvi, at íbúgvarnir á Reyni mótmæla. Felagið roynir nú at fáa kommununa og íbúgvarnar at játta teimum at byggja ein bygning, sum fer út um tað mark, sum byggisamtyktin loyvir. Málið hevur verið viðgjørt í býarfyrisitingini, men eigur at verða steðgað, til tað lýkur krøvini í byggisamtyktini.

Ætlaði bygningurin fer at byrgja býlingin á Reyni inni og myrkja fyri næstu grannum og tí einasta grøna fríøkinum, sum er varðveitt á Reyni. Talan er um eina stóra verkætlan, sum fer at gera tað sera avbjóðandi og stressandi at búgva í økinum, bæði meðan byggingin fer fram, og tá ætlaða virksemið fer í gongd. Reynabúgvar vísa á, at eingin hoyring hevur verið millum íbúgvarnar í økinum, og tað kann ikki góðtakast.

Økið er longu hart troytt av bilaferðslu, ferðavinnu og øðrum virksemi, eisini slíkum, sum kann tykjast at vera óviðkomandi og til ampa fyri plássið og íbúgvarnar.

Ætlanin at byggja íbúðarhotell úti undir Bakka eigur at verða endurskoðað, so ein møgulig bygging verður í samsvari við byggisamtyktina og tað, sum økið á Reyni og har um kring tolir. Tørvur er somuleiðis á einari heildarætlan fyri Reyn, sum tekur hædd fyri, at økið í gomlu Havnini verður varðveitt og vart sum bústaðarøki, har annað vinnuligt virksemi verður avmarkað í størst møguligan mun.

John Dalsgarð, valevni til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu

Fólkafundur á Doktaragrund
Lív í á Reyni
Vaksnu børnini á Reyni uppi á tekjuni hjá Mariu
Myndin er sigandi. Samanberið støddina á Norrønu, ið liggur við bryggju, og so alt økið á Reyni. Plássið er rættiliga avmarkað.

Leave a Reply

Your email address will not be published.