Viðarlundin í Havnardali
Leygardagin 31. mai 1975 vórðu fyrstu trøini gróðursett í nýggju viðarlundini í Havnardali. Um hetta skrivaði 14. September týsdagin 3. juni 1975:
Leygardagin vórðu tey fyrstu trøini sett niður í hini nýggju viðarlundini í Havnardali. Tað vóru teir báðir Axel Hansen og Tróndur Leivsson, ið gróðursettu fyrstu trøini, meðan umboð fyri plantingarnevndina og býráðið vóru til staðar.
Talan er her um at gera hina størstu viðarlund í Føroyum. Innigirt er eitt øki niðan fyri vegin, ið røkkur frá Sandvegnum og út til vatnbrunnin.
Tað er ein gomul ætlan hjá Tórshavnar býráði at planta í Havnardali, men nú hevur eydnast at seta hesa ætlan í verk, segði Petur Christiansen, býráðsformaður, ið takkaði Ólavi Michelsen, formanni í mentamálanevnd býráðsins fyri, at hann hevði fingið gongd á málið.
Býráðsformaðurin upplýsti í røðu síni undir hátíðarhaldinum, at arbeitt verður við ætlanum um at flyta ruskstøðina burtur úr Havnardali og taka upp samvinnu við aðrar kommunur í Streymoynni og Eysturoynni um renovatiónina. (14. September, 3. juni 1975)


Harðført í Havnardali
Í bókini “Gróður í Havn”, sum Uni Arge hevur skrivað og Tórshavnar Kommuna gav út í 2018, stendur at lesa um viðarlundina í Havnardali: “Tann fyrsta gróðursetingin eydnaðist ikki væl, tí nóg mikið av fígging var ikki til at veita og velta lendið. Roynt varð aftur í 1990’unum og fyrst í hesi øldini, og tá eydnaðist betur. Ógvuliga vindhart er í Havnardali, og dalurin liggur langt uppi yvir havinum. Kortini er prógvað, at trø kunnu vaksa her.”