Savn fyri samtíðarlist í Havn

Ein høvuðsstaður við virðing fyri sær sjálvum skal hava eitt hóskandi listasavn fyri samtíðarlist. Har skal fokus setast á samtíðarlistina uttan at hon verður órógvað av teirri góðu siðbundnu listini, sum vit ikki kunnu vera fyriuttan.

Talan er sjálvandi fyrst og fremst um myndlistina, sum hoyrir okkara tíð til, tað nýggja og tað allarnýggjasta, tann listin, sum sigur okkum nakað um, hvar vit í dag verða um nøkur ár, og sum vísir stevnur og rák, sum eru uppi í tíðini, bæði heimlig og altjóða.

Føroya Banki í Steinatúni var ein dyggur stuðul fyri ta modernaðu føroysku listina, sum tók at blóma eftir seinna heimsbardaga og serliga í 1950-unum og 1960-unum, tá hin navnframi Nonnegaard var bankastjóri í Føroya Banka. Svend Aage Nonnegaard-Pedersen var ein góður stuðul hjá listafólkum, og hann fekk stóran týdning fyri tátíðar listafólkini (samtíðarlistafólkini) í Føroyum: Ruth Smith, Stefan Danielsen, Ingálv av Reyni, William Heinesen, Zacharias Heinesen og Janus Kamban.

Hvat er tí meira hóskandi í dag, enn at brúka henda stásiliga bygningin mitt í Havnini til at hýsa samtíðarlistini?

Sjálvandi eru aðrir møguleikar og sjálvandi eiga aðrir møguleikar til høli og um staðseting eisini at verða kannaðir og umrøddir, men eina betri og sjónligari staðseting kunnu vit valla ímynda okkum. Eitt samtíðarlistasavn mitt í miðbýnum hevði eisini verið við til at skapt meira fjølbroytt lív í býnum, bæði fyri íbúgvarnar, handilslív og annað mentanarligt virksemi, so sum framsýningar, tónleikatiltøk, trúarlív o.a.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *