Tónleikurin er drívmegin

At kunna njóta góðan tónleik er ein framíhjárættur hjá mongum. Í Tórshavnar kommunu eru vit ríkað við einum nýggjum, framkomnum og rúmligum tónlistaskúla, og tónlistaliga framtíðin sær tí bjørt út fyri býin, kommununa og allar Føroyar.

Eitt stutt og áhugavert brot um tónleikasøguna í Havn er at lesa á heimasíðuni hjá Tórshavnar Musikkskúla, haðani hetta brotið er tikið:

Tónleikaundirvísing er ikki gomul í Føroyum, og áðrenn 1900 er lítið. ið bendir á, at slík undirvísing hevur verið. Onkur hevur ivaleyst verið, ið hevur dugað at spælt upp á okkurt ljóðføri, men ikki í tann mun, at tað hevur sett síni spor.

Harafturímóti hevur verið eitt ríkt “vokalt” sanglív, tá ið tað snýr seg um sálmasang, kingosang og kvøðing.

Tann fyrsti, ið vit við vissu kunnu siga, gjørdi nakað við tónleikaundirvísing í Havn var bakarin Georg Hansen, vanliga kallaður Bager Hansen. Hann kom av Bornholm til Havnar at baka umleið aldarskifti 18-1900. Hann var sera musikalskur og kundi spæla upp á nógv ljóðføri. Hann undirvísti í nógv ár í ymsum ljóðførum. Sambært William Heinesen kundi hann spæla upp á øll musikkinstrument, og einki er at taka seg aftur í, at hann hevur kveikt lív í tónleikaundirvísingina í Tórshavn.

Lesið meira her!

Leave a Reply

Your email address will not be published.