Listin og listagreinirnar

Listin er grundvøllurin í øllum samfeløgum. Uttan listina lúrir mentanarliga fátæktin um dyrnar. Tað, sum ger okkum serstøk sum fólk og samfelag, er tann slóðbrótandi listin, bæði tann nýggja og tann gamla. Nýggja listin ber samfelagið fram á leið, tann gamla er við til at tryggja dygdina.

Listagreinarnar eru nógvar og fjølbroyttar og hava allar sína funktión. Tær eru har fyri at lýsa kor og umstøður menniskjans í náttúruni og í samfelagnum á sín serstaka hátt. Myndlistin er ein serstakur miðil, sum visualiserar kringumstøður og tankar á ein øðrvísi hátt enn t.d. tónlistin, og leiklistin, sum hevur sjálvt menniskjað sum miðil, alt frá sjónleiki, sangi og dansi til ítrótt og onnur leikkynstur, man helst vera tann elsta av øllum listagreinum.

Leave a Reply

Your email address will not be published.