Føroyski dansurin

Neyvan er ov nógv sagt, at føroyski dansurin eigur lívið í føroyska málinum, og harvið tí føroyska samleikanum. Eingin veit við vissu at siga, hvussu leingi føroyski dansurin hevur livað í Føroyum. At talan er um evropeiskan ringdans, sum er komin til Føroya og síðan varðveittur her, tykist heldur ikki at vera nakar ivi um.

Føroyski dansurin hevur havt sínar upp- og niðurgongutíðir. Seiggi hevur verið í honum, tí hann hevur yvirlivað. Neyvan er ov nógv sagt, tá víst verður á, at tað var Dansifelagið í Havn, við læraraskúlanæmingum og øðrum góðum fólki av bygd, sum vóru komin til Havnar at arbeiða og nema sær lærdóm, ið endurreisti føroyska dansin soleiðis sum vit kenna hann í dag.

Myndin er av barnadansi í Norðurlandahúsinum, sum Dansifelagið í Havn skipar fyri saman við Norðurlandahúsinum. Á FB-síðuni hjá Dansifelagnum í Havn stendur at lesa:

Fríggjakvøldið 7. februar kl. 20:00 skipar Dansifelagið í Havn fyri føroyskum dansi fyri børn og ung í Norðurlandahúsinum. Á vegleiðandi skránni er (brot úr): Sigmunds kvæði, yngra, Harpu ríma, Kongaríkið í Bábylon, Brúsajøkil, Í Gøtu ein dag, Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom. Í steðginum verða te, kaffi og sunkist at fáa.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin!

Dansifelagið í havn á facebook 7. februar 2020

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *