Kommunan virðir ikki borgarar, sum klaga um larm

Gremja fólk seg um larm og gang frá skipum við bryggju á náttartíð, so verða tey viðfarin sum grenj, og eru ikki verd eitt alment aftursvar, tá tey klaga til kommununa um ljóðdálkandi virksemi í kommunalu havnunum.

Tað er stutta niðurstøðan, ið ein sum lesari kann gera sær, eftir at Løgtingsins umboðsmaður hevur givið Tórshavnar kommunu eina átalu fyri ikki at svara borgarum, sum í fleiri umførum gramdu seg um larm frá virkseminum hjá Tórshavnar Havn.

Løgtingsins umboðsmaður vísir á, at ein kommuna sum myndugleiki hevur skyldu til at svara borgarum og áhugafelagsskapum, tá hesir venda sær til kommununa um eitthvørt mál.

Hóast øll skrivini frá Felagnum Heimafriði ikki eru orðað sum kærur vanliga eru, so burdi kommunan, út frá samanhanginum skilt, at talan var um kæruskriv, og at kommunan tí hevði skyldu til at svara felagnum.

Víðari sigur Løgtingsins umboðsmaður, at um kommunan metti, at óneyðugt var at svara øllum skrivum frá klagaranum, átti kommunan sambært góðum fyrisitingarsiði í minsta lagi at svara felagnum einaferð og síðani boða frá, at kommunan framyvir ikki fór at svara líknandi skrivum frá felagnum. 

Eg haldi tí, at málsviðgerðin hjá kommununi hevur ikki verið nøktandi og fari at geva kommununi eina átalu fyri handfaringina av hesum máli, sigur Sólja í Ólavsstovu, Løgtingsins umboðsmaður í niðurstøðuni.

Les alt svarið frá Løgtingsins umboðsmanni her!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *