Skipini mugu fáa streym úr landi straks

Tað gongur út yvir heilsuna og trivnaðin hjá íbúgvunum í miðbýnum, aðrastaðni í Havn, á Argjum og Signabø, um áhaldandi gangurin frá skipum á náttartíð heldur fram leingi afturat.

Serliga er hetta galdandi fyri skip sum liggja og lossa farm um náttina, men tað kemur eisini fyri, at skip, sum liggja við bryggju til umvælingar, kunnu larma ómetaliga illa, tá tey hava ljósmotorarnar gangandi við fullari ferð.

Hetta gongur sum oftast út yvir náttarsvøvnin hjá fólki, sum jú skulu upp til verka aftur tíðliga morgunin eftir. Tað er meira enn so komið fyri, at fólk á Reyni hava noyðst at skrætt hálvan til heilan arbeiðsdag burtur úr kalendaranum orsakað av larmi og órógvi frá skipum um náttina.

Annars hevur skipasmiðjan Mest dugað væl at lagt umvælingarnar, sum hava nógvan larm við sær, í dagtímunum, og um tað hevur verið neyðugt at gjørt størri umvælingararbeiði, so hevur Mest ómakað sær at boða frá hesum í góðari tíð frammanundan.

Tað stutta av tí langa er, at hesi skip sum skjótast mugu fáa streym úr landi. Tað sigst, at býráðið ella Tórshavnar Havn er ávegis við einari flytførari loysn, men nær hon verður, vita vit ikki fyri vist.

Eisini er ógreitt, hvussu loysnin mann fara at virka, um so er, at talan bert verður um eina einstaka flytføra eind, ið skal flytast ímillum havnarløgini í kommununi. Tá kann skjótt gerast smábýtt millum býlingarnar, ið eru ávirkaðir av ljóðdálkingini.

Hesi bæði skipini larmaðu illa meðan tey lógu og lossaðu við Skansabryggjuna.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *