Nærdemokratiið í kommununi

 
Við øktum nærdemokratii í Tórshavnar kommunu verða vit betur før fyri at taka burðardyggar avgerðir, sum skapa varandi loysnir.
 

Tað er umráðandi at fáa nærdemokratiið í einari kommunu sum okkara at virka so væl sum til ber, har m.a. størri dentur verður lagdur á samskiftið við borgaran og kunningina til sama. Hugskotið við teimum staðbundnu nevndunum tykist sum heild at rigga, summar óivað betur enn aðrar, og soleiðis vil helst altíð vera, tí umstøðurnar, tær virka undir, kunnu vera ymiskar. Spurningurin er, um endamálið við nevndunum verður nóg væl rokki í arbeiðinum, sum nú fer fram.

Ein endurskoðan ella dagføring av staðbundnu umboðanini í Tórshavnar Kommunu hevði verið skilagóð, nú tær seks nevndirnar í kommununi hava nøkur ár á baki, Kaldbaksnevndin síðan 1974, Hvítanesnevndin síðan 1978, Kollfjararnevndin síðan 2001 og hinar tríggjar, sum fevna um Hest/Koltur, Nólsoy og Velbastað/Kirkjubø, síðan 2005.

Óivað er umboðanin ov veik, tí nevndirnar ongan myndugleika hava, og tí er tað ikki nóg áhugaverd hjá fólki at vera við í teimum. Tó er nógv, sum bendir á, at staðbundnu nevndirnar eru komnar fyri at vera.

Skipanin við staðbundnu nevndunum í Tórshavnar kommunu virkar á tann hátt, at í hvørjari nevnd verða 3 umboð vald at umboða bygdina (ella bygdirnar, tá talan er um fleiri), ein býráðslimur umframt borgarstjórin, sum altíð er formaður. Harumframt luttekur skrivarin, sum kommunan setir, á øllum fundum. Staðbundnu nevndirnar vegleiða, umrøða og gera tilmæli til býráðið í málum, sum hava við einstøku bygdirnar at gera.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *