Næstan hálv millión fólk í Evropa doyggja nógv fyrr enn tey annars áttu av lufteitran
Hóast tølini vísa, at luftdálkingin sum heild er minkandi í Evropa, so doyggja 417.000 evropearar fyrr enn teir áttu, tí ov nógvir eitrandi bitlar eru í luftini, sum vit anda niður í okkum.
Hetta stendur at lesa í einari frágreiðing, sum Evropaskrivstovan fyri Umhvørvi, sum hevur høvuðsstøð í Keypmannahavn, hevur almannakunngjørt í vikuni.
Frágreiðingin vísir á, at umleið 3100 danir doyggja ov tíðliga av eitrandi bitlar í luftini. Dálkingin stavar frá akførum, skipum, orkuframleiðslu, ídnaði og brenniovnum.
Smáu bitlarnir treingja inn langt niðri í lungunum og elva bæði til lungna- og hjartasjúkur.
Hóast talið er stórt og ørkymlandi, so eru ábøtur gjørdar og dálkingin minkað nakað. Í 2009 vóru 477.000 skrásett í Evropa fyri at doyggja fyrr enn tey annars áttu, orsakað av lufteitran. Hetta vóru 60.000 fleiri enn í 2018.
Orsøkin til at talið á andlátum í Evropa er minkað, orsakað av luftdálking, eru tey strangari krøvini, sum í fleiri førum verða sett til útlát av ymiskum slag, í sambandi við broyttan og herdan umhvørvis- og veðuglagspolitikk.
Men talið á andlátum av hesum ávum er enn alt ov stórt, verður sagt í fráboðan til fjølmiðlar. Dálkandi bitlarnir í luftini verða máldir á 4000 ymiskum støðum í Evropa. Vánaligast er støðan í Italia, Póllandi, Kekkia, Kroatia, Bulgaria og Rumenia.
Hesi londini lúka ikki treytirnar fyri teimum markvirðum, sum ES hevur sett at galda í sambandi við innihaldið av tí sonevnda PM2,5 í luftini. Hetta eru bitlar, sum eru minni enn 0,0025 mm.
Tølini eru nakað seinkað ávegis, og tí eru eingi tøl fyri 2019 og 2020 komin enn.
Tó er okkurt sum bendir á, at koronasóttin hevur havt positiva ávirkan á luftdálkingina, sum heild. Fyribilstølini vísa, at ein munandi minking av eiturinnihaldinum í luftini upp á umleið 60%. Orsøkin er, at fleiri lond hava verið stongd ein stóran part av árinum, og bæði ídnaður og flutningsgeirin hava havt nógv minni virksemi enn annars.
Enn er alt ov tíðliga at siga fyri vist, hvørja ávirkan alt hetta hevur á heilsustøðuna hjá fólki.
Granskarar á universitetinum í Århus hava áður mett, at umleið 4200 danskarar doyggja ov tíðliga, orsakað av luftdálking.
Nógv óvissa er tó knýtt at sovorðnum útrokningum, og tí er tað eingin týðandi munur á úrslitunum frá hesum báðum uppgerðunum.

