Ongar treytir og einki eftirlit!!!

John Dalsgarð, valevni til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu 10. november 2020

Karlamagnusarbreyt er vorðin til tað stóra skrímslið í valstríðnum í Tórshavnar kommunu. Karlamagnusarbreyt er dømi um, hvussu ein veik kommunufyrisiting letur seg trýsta av framfýsnum og viljasterkum politikarum, ið somuleiðis eru undir trýsti av miðvísum spekulatiónslobby-virksemi.

Hvussu hetta kann lata seg gera í landsins størstu kommunu, er tó ein gáta. Tað tykist sum um kommunan ongar formligar leiðreglur ella mannagongdir hevur at halda seg til, tá valdssterkir persónar setast við róðrið og orðna blint, hvat fyrisitingin skal gera og takast við. Ella er tað so galið, at hesir persónar ikki virða galdandi reglur og mannagongdir?

Vóru hesar reglur greiðar og fylgdar, so vóru vit ikki vassað so langt út, sum komið er í sambandi við útsøluna av Karlamagnusarbreyt, til ávísar máttmiklar aktørar at reka pengaspekulatiónsvirksemi mótvegis kommununi og borgarum í bústaðarneyð.

Vit hoppa øll upp á vognin!
Bara okkurt hendir, so er alt so gott! Hetta tykist at vera herrópið hjá teimum máttmiklu, ið nú bjóða seg fram. Og vit trúgva tí. Vit hoppa øll upp á vognin! Vit eru við, mitt í rokanum, har okkurt hendir, og eru glað. Men vandin lúrir um hornið, tá mannagongdir verða skúgvaðar til viks og fortreytirnar í heilum verða broyttar, til fyrimuns hjá nøkrum fáum.

Sjálvandi skulu politikarar hava ætlanir og ambisjónir, stórar ambisjónir og ætlanir, um at seta okkurt gott og virðismikið eftir seg. Men lat tað so vera gjørt ordiligt!

Stórar verkætlanir
Stórar verkætlanir, so sum býarætlanir, útstykkingar og havnaútbyggingar, mugu planleggjast væl og leingi, áðrenn farið verið til verka. Atlit skulu takast til reglur og mannagongdir, hoyringar skulu gerast, og samtyktar ætlanir fylgjast. Hetta kemur jú alt at ávirka okkum borgarar og eftirkomararnar langt fram í tíðina.

Albert Isfeld arkitektur segði tað so rámandi í Degi og viku týskvøldið: Her sær ikki út til at hava verið nøkur sum helst hugsan aftan fyri tað, sum er sett í verk.

Kanska er tað ynskið um at finna eina bíliga loysn, sum kann tæna teimum privatu aktørunum best, ið hevur spøkt aftur her og drivið verkið, eins og galdandi er fyri m.a. Glasir, H-bygningin og grótið úr undirsjóvartunlunum.

Kommunan sum gíðsli
Tá ongar treytir og einki eftirlit verður sett teimum, ið skulu stíla fyri einari verkætlan sum hesi, kann ein ikki annað enn freistast at halda, at ráðandi kommunupolitikarar eru stýrdir av ávísum pengasterkum og persónligum áhugamálum.

Hvussu ber tað til, at kommunan sleppir endanum, uttan fyrst at tryggja sær, at byggingin verður framd sambært galdandi treytum, og at eftirlit er við hesum frá kommununar síðu? Tað kann bara vera tí, at ráðandi politikarar í býráðnum hava givið teimum privatu byggiharrunum endaleyst álit at loysa uppgávuna, samstundis sum kommunan á ein hátt letur seg gíðslataka.

Hvørjir eru arkitektarnir í hesi verkætlan, nú hon skal førast út í lívið av undanfarna býráð? Hvørjar førleikar hava teir? Hvørjar eru treytirnar fyri útlutan og bygging? Krevst serlig samskipan? Hvør ábyrgist fyri, at rætt verður farið fram? Hvør er leikluturin hjá teknisku fyrisitingini í kommununi? Hesar spurningar eigur kommunufyrisitingin í Tórshavnar kommunu at svara okkum borgarum. Kann hon ikki tað, er hon ikki uppgávuna vaksin.

Kommunala eftirlitið
Og hvussu langt røkkur tað kommunala eftirlitið í hesum sambandi? Eigur tað kommunala eftirlitið hjá landinum ikki at tryggja sær, at kommunurnar hava greiðar reglur og mannagongdir um tílík viðurskifti, og at hesar reglur verða fylgdar, so sleppast kann undan syrgiligum útbyggingum og útstykkingum, sum byggingin við Karlamagnusarbreyt er dømi um? Kunnu vit halda á við at skjóta okkum inn undir, at vit orka ikki uppgávuna, tí vit neyðug fígging verður ikki játtað? Neyvan!

Eitt sjálvtøkuborð fyri journalistar
Tað, sum undrar ein mest í øllum hesum er, hvussu kúrr pressan er um hesi viðurskifti. Borgarin hevur krav uppá at fáa at vita, hvat ið vendir upp, og hvat ið vendir niður, og tí eigur pressan at vísa sítt sanna virði her. Hví fer onkur journalistur ikki í holt við at grava í málinium og biðja um innlit í málsviðgerðina frá byrjan av? Tað er hvørki torført ella tíðarkrevjandi at fáa lýst málið úr einum journalistiskum horni. Málið er viðkomandi fyri tey nógvu, tað er aktuelt, tað er passaliga politiskt eldfimt, umframt at tað hevur stóran almennan áhuga. So tað er bara at fara í gongd!

Skal borgarin eiga Svartaper?
So leingi sum borgararnir í kommununi ikki hava tað neyðuga innliti í viðurskiftini viðvíkjandi útsøluni og byggingini við Karlamagnusarbreyt, ganga tær syrgiligu søgurnar sum rein rótasúpan. Eingin fær skil á, hvussu sanni veruleikin sær út.

Afturlítandi kunnu vit siga, at óumhugsaðar avgerðir, eitt ella tvey valskeið aftur í tíð, eru beinleiðis orsøkin til støðuna, sum hon er í dag.

Lítandi frameftir, so eru tað tey, sum virka og búgva í økinum, ið eru mest rakt og ávirkaði av umstøðunum. Nú er tað hesi, tað fyrst og fremst snýr seg um, og ikki so nógv annað. Tí skulu hesi undir ongum umstøðum sita eftir við Svartaperi.

Vónandi verður ein góð loysn funnin á viðurskiftunum við Karlamagnusarbreyt, har tann ella teir partar, ið ábyrgdina hava, eisini taka á seg at fíggja kostnaðin.

John Dalsgarð
Valevni fyri Tjóðveldi til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu

Leave a Reply

Your email address will not be published.