Súkklurnar áttu vegin – eina løtu

Hjólvelting er franskur siður frá 1970-árunum. La vélorution er ein altjóða rørsla, sum eggjar fólki at frígera seg frá teimum dálkandi gerandis flutningstólunum, og í staðin súkkla ella ganga. Rørslan vil, at privata ferðslan í býarkjarnunum verður avmarkað í mest møguligan mun.

Saman við m.ø. FNU skipaði Tórshavnar kommuna fyri “Hjólvelting” í Havn 5. árið á rað. Tiltakið byrjað uttan fyri Norðurlandahúsið, har møguleiki var at fáa gjørdar smærri umvælingar á súkkluna, og luttakararnir fingu endurskynsvestar og frástøðupinnar. Gunn Hernes stjóri í Norðurlandahúsinum helt røðu um, hvussu tað er at súkkla til arbeiðis í Havn. Hon hevur ikki bil, og tí súkklar ella gongur hon til arbeiðis.

Napoleon Smith fyri átakið Hjólvelting helt somuleiðis røðu, har hann greiddi frá upprunanum og søguni at hesum áhugaverda tiltaki.

At standa fyri upphiting og undirhaldinum var klovnurin BUBU komin, og at leiða tær nógvu hjólveltingarsúkklurnar trygt eftir høvuðsvegnum frá Norðurlandahúsinum oman til Boðanesheimið, har sungið varð fyri búfólkunum áðrenn leiðin gekk oman í Tórsgøtu, har Marin Katrina Frýdal býráðslimur og Lovisa Petersen Glerfoss stjóri fyri Ráðið fyri ferðslutrygd hildu røður, og kommunan bjóðaði ábit.

Gunn Hernes stjóri í Norðurlandahúsinum heldur røðu.
Høvi var at fáa smærri umvælingar gjørdar.
Lovisa Petersen Glerfoss stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd heldur røðu.
Marin Katrina Frýdal býráðslimur heldur røðu.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *