Útbúgving og førleikamenning

Útbúgving og førleikamenning er tað, sum røkkur fram um alt annað. Útbúgving mentar tann einstaka og gevur yvirskot og orku til at loysa nógvar trupulleikar. Ein við ongari útbúgving hevur sum heild nógv torførari og tyngri at at taka ímóti teimum dagligu avbjóðingunum.

Útbúgving merkir størri frælsi hjá tí einstaka
Hin einstaki hevur størri handlifrælsi, hevur og dugir betur at síggja fleiri valmøguleikar,

Útbúgving merkir størri vælferð fyri hin einstaka
Hin einstaki hevur lættari við at fáa starv og vinna sær til lívsins uppihald

Útbúgving hevur sum heild positiva ávirkan á heilsuna og trivnaðin
Hin einstaki gerst meira tilvitaður um, hvønn týdning tað hevur at heilsan er góð alt lívið, og hevur við síni útbúgving størri møguleika at ávirka sína egnu støðu.

Útbúgving merkir størri luttøku í samfelagsviðurskiftum
Hin einstaki veit sum heild meira um samfelagsviðurskifti, er meira motiveraður at seta seg inn í mál, er meira áhugaður fyri teimum “týdningarmiklu og røttu”, teimum viðkomandi tingunum.

Útbúgving merkir meira vitan
Eitt er vitan, eitt annað er at duga at brúka hana rætt. Meira tú veitst, lættari kanst tú fáa viðurkenning fyri tað tú ert og gert.

Útbúgving merkir mentan og búning
Við útbúgving verður hin einstaki mentaður og búgvin til at taka ábyrgd og átaka sær skyldur, samstundis sum hann fær meira yvirskot at hjálpa øðrum.

Hví hevur hetta so týdning fyri arbeiðið í kommunupolitikki?
Landið stýrir tí mesta á útbúgvingarøkinum, men kommunurnar hava tó ein týdningarmiklan leiklut, sum m.a. snýr seg um at skapa røttu fysisku karmarnar og at útvega gott og dagført undirvísingartilfar. M.a. tí haldi eg tað er so umráðandi at raðfesta útbúgvingarøkið, eisini í sambandi við kommunuval.

Hví hoyra vit so ofta fólk siga, at útbúgving er burturspilt og nakað uppreklamerað roks, serliga fólk, sum kanska ikki fáa starv innan tað økið, sum tey hava útbúgvið seg til?

Og hví hoyra vit so ofta í dag, at útbúgving er ov nógv skúli, ov nógv bøkur og lestur, og ov lítið av praktikk?

Óivað er okkurt um tosið, serliga hjá teimum, sum úrslitaleyst royna at finna sær eitt starv og einki starv fáa.

Um hugburðurin til útbúgving er treytaður av, at útbúgvingin fyrst og fremst skal vera til frama fyri vinnuna og arbeiðsplássini, so verða nógv, sum detta niður ímillum og ikki megna at finna sær eitt lívsstarv.

Framtíðartryggjað útbúgving
Tí er umráðandi at okkara útbúgvingar eru dagførdar og tíðarhóskandi, t.e. at tær skulu vera framtíðartryggjaðar. Tað verður best gjørt við, at tá tú tekur eina útbúgving, so eigur tú í so stóran mun, tað ber til, at fáa útbúgvingina viðurkenda víðari fram í útbúgvingarskipanini. Tú skalt ikki vera noydd at byrja frá botni av, um tað gerst neyðugt ella ynskiligt hjá tær at eftirútbúgva teg. Tí má og skal samanhangur vera í allari skipanini.

John Dalsgarð, valevni fyri Tjóðveldið til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu