Tryggan bústað til øll

Í 2025 fara at búgva o.u. 25.000 fólk í Tórshavnar kommunu. Tað merkir, at tørvur er á at byggja meira enn 1200 bústaðir í næsta valskeiði, umframt aðrar 1800 nýggir bústaðir áðrenn 2032.

Hetta setir krøv til eitt komandi býráð, sum heilt givið má evna at ganga nýggjar leiðir, og hugsa alternativar og fjølbroyttar bústaðarmøguleikar, sum harafturat skulu vera bíligir.

John Dalsgarð, valevni fyri Tjóðveldi til kommunuvalið

Ein vegur at minka um bústaðarneyðina, samstundis sum fólkavøksturin í kommununi kann halda fram, er at kommunan byggir 200 smærri íbúðir væl fyri í miðbýnum ella nærindis til útbúgvandi ungdómin og lutaíbúðir til einstaklingar og familjur, sum veruliga eru í bústaðarneyð. Hetta kundi eisini verið við til at skapt lív í miðbýin, og hevði harumframt verið ein fyrimunur fyri handilslívið í miðbýnum.

Harumframt skulu alternativ átøk og nógv virknari samstarv við lokalu økini bróta slóð fyri fleiri og bíligari bústøðum í kommununi. Talan er bæði um at útvega grundstykkir til sethús og íbúðir.

Tá útstykkingar og bústaðarbygging verða gjørdar í kommununi, hoyra vit ofta, at grannar og grannaløg mótmæla av ymiskum ávum. Vit hava sæð fleiri dømi um hetta seinastu árini, samstundis sum vit hava havt ein alsamt vaksandi tørv á bústøðum. Úrsliti hevur verið, at fleiri bústaðarætlanir hjá kommununi eru broyttar, seinkaðar ella steðgaðar. Vit kundu havt sloppið undan hesum seinkingunum, og kanska havt minkað nógv um bústaðatrotið, um kommunan hevði tikið grannaløgini meira við í fyrireikingarnar frá byrjan av.

Tørvurin á bústøðum í Tórshavnar kommunu er ómetaligur beint nú, og ein avleiðing av hesum er óhoyrt høgi prísurin á bústaði í Havn. Nógv fólk hava tískil ikki ráð at gjalda tann prís, sum stóri eftirspurningurin er við til at halda uppi.

Neyðugt er tí, at kommunan tekur á seg størri ábyrgd at loysa bústaðarneyðina í kommununi. Hetta fæst einans at rigga, um semja eisini fæst um at byggja nógvar smærri og bíligari bústaðir. Tað fer eitt virkishugað býráð seta sær fyri sum tað fyrsta!

Tí skulu vit í kommununi orða ein yvirskipaðan politikk, sum sigur, at allir borgarar skulu hava ein tryggan bústað. Endamálið er, at vit lættari og munagott kunnu seta út í kortið, hvussu vit á besta, bíligasta og skjótasta hátt kunnu fremja bústaðarbyggingina, og nøkta bæði tann akutta tørvin og framtíðartørvin á bústøðum. Eingin kann vera ósamdur í, at øll skulu hava ein tryggan bústað at búgva í, skilt á tann hátt, at tað ikki skal vera ein ævigur kampur hjá tær og tínum at útvega eitt varandi og trygt stað at búgva, uttan at skula liggja í konstantum ótta fyri at noyðast at flyta, í vanda fyri at enda úti á berajólum.     .

Kommunan hevur ymiskar møguleikar at skunda undir, at bústaðir verða bygdir, eitt nú við at útvega lendi og gera tað byggibúgvi. Byggjast kunnu sethús, lutaíbúðir, leiguíbúðir, lestraríbúður, samansettir bústaðir, við sethúsum, so sum Tórsbyrgi, umframt eldraíbúðir.

Fleiri møguleikar hava verið nevndir, harímillum at kommunan tekur stig til at byggja lutaíbúðir, sum t.d. Bústaðir standa fyri at byggja og luta út til lutafelag, ið verður stovnað og tekur yvir, tá byggingin er liðug. Lutaeigarin rindar so eina grundupphædd, eitt innskot, alt eftir stødd og kostnaði á íbúðini, og rindar síðan leypandi leigu mánaðarliga, sum eisini er í mun til innskotið.

Í 2017 varð orðaður ein bústaðarpolitikkur fyri Tórshavnar kommunu. Har varð m.a. lagt upp til, at vit skuldu hava fjølbroytt bústaðarsløg, fjølbroyttar bústaðarstøddir og ymisk kostnaðarstig. Og niðurstøðan var greið: Tørvur er á nógvum smærri bústøðum.

Við at byggja 200 smærri og bíligari lutaíbúðir, umframt íbúðir til útbúgvandi ungdómin, verður ein partur av bústaðareftirspurninginum í kommununi nøktaður. Neyðugt verður eisini at seta ferð á at útvega fleiri grundstykkir ymsastaðni í kommununi, so eisini bygdirnar koma at merkja nakað av framburðinum hjá kommununi. Tað fer eisini at hava jaliga ávirkan á bústaðarmarknaðin sum heild, tí hetta fer eisini at ávirka kostnaðin, at útvega sær bústað, tann rætta vegin.

Tað ber ikki til at bíða longur við at seta ferð á bústaðarbyggingina í kommununi. Hetta mál má og skal hava fyrstu raðfesting, skulu vit ikki enda í einum enn størri trupulleika um nøkur heilt fá ár!

John Dalsgarð
valevni fyri Tjóðveldi til kommunuvalið

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *