Betri samskifti við borgaran!

Skal tryggja burðardyggar avgerðir og loysnir í býráðnum

Kommunuvalstríðið er um at vera av á hesum sinni. Nú fongurin er veiddur og valevnini nærkast landi at fáa fongin til høldar, er vert at taka saman um nakað av tí, eg havi víst á í valstríðnum.

Mítt hægsta ynski og dreymur er, at Tórshavnar kommuna skapar bestu møguleikar og umstøður fyri hvønn einstakan okkara at trívast og virka í gerandisdegnum, so vit kunnu taka lut og hava ávirkan.

At fáa bygdunum og økjunum í kommununi styrkta umboðan í býráðnum og fyrisitingini er mítt fremsta hjartamál.

Hjartamál míni eru hesi:

  • Økini, bygdirnar og býlingarnir í kommununi skulu takast enn meira við upp í arbeiðið hjá býráðnum, við enn betri staðbundnari umboðan.
  • Kunningin til allar borgarar skal styrkjast, so at samskiftið og samstarvið verður betri millum fyrisiting og borgara. Hugsað verður serliga um at styrkja samskiftið og kunningina til okkara útlendsku borgarar.
  • Kommunan skal orða ein førleikapolitikk fyri øll starvspláss og starvsfólk hjá kommununi, sum hevur til endamáls at varpa ljós á førleikatørvin.
  • Starvsfólkini í eldrarøktini verða førleikament og sett í fulltíðarstarv.
  • Farið verður miðvíst til verka at menna Havnina sum lestrar- og universitetsbý, við t.d. at fáa sett ferð á kampurætlanina hjá Fróðskaparsetrinum.
  • “Mentanarleypur” til listafólk og høvundar at søkja stuðul til framførslur og tiltøk fyri tey vaksnu og eldru fólkini í kommununi, eitt nú konsertir, fyrilestrar o.a.
  • Kommunan orðar ein bústaðarpolitikk, har fremsta málið er, at allir borgarar skulu hava ein tryggan bústað. Í samsvari við hetta verða bygdar 200 lestrar- og lutaíbúðir í miðbýnum og nærindis miðbýnum.
  • Í samsvari við bústaðar- og trivnaðarpolitikkin í kommununi verður rætturin til heimafrið staðfestur og virdur. Tórshavnar havn verður umhvørvisgóðkend og skip við bryggju skulu nýta streym úr landi.
  • Betri felagsferðsla millum Steinatún og ymisku økini í kommununi skal vera við til at minka um ferðslutrýstið í miðbýnum í Havn.
  • Øll orkunýtslan hjá kommununi skal vera frá varandi orku í 2030.

Fyri at fáa hesi mál framd í verki, má eg fáa tín stuðul á valinum í dag. Fái eg henda stuðul, skal mín lutur ikki liggja eftir.

X við John Dalsgarð á lista E

Sí meira um míni hjartamál á https://tanndeiligahavn.fo

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *