Raðfesta rørslumøguleikarnar hjá børnum og eldri
Kommunan skal leggja seg eftir at hava góðar rørsluumstøður til børnini og tey eldru. Tað snýr seg um at vera í sving og røra seg mest møguligt. Serliga er hetta galdandi fyri børnini, sum í hesum KT-tíðum hava stórar avbjóðingar í so máta. Tí mugu umstøðurnar í býnum ella kommununi ikki vera ein forðing fyri, at børn, ung og gomul fáa rørt seg mest møguligt, og helst úti í fríu náttúruni. Her spæla børnini í góðveðrinum í Grasagarði mitt í býnum.