Um meg

Eg eri ættaður av Velbastað, giftur Erlu Olsen, eigi tvey vaksin børn og eina abbadóttur.

Eg búgvi úti á Reyni í gomlu Havnini.

Eg starvist í Yrkisdeplinum við m.ø. at samskipa førleikameting og lívlanga læring í Føroyum.

Eg eri formaður í Ungmannafelagnum Sólarmagni, sum er bygdafelagið fyri bygdirnar Velbastað og Kirkjubø, og elsta ungmannafelag í Føroyum.

Míni fremstu áhugamál eru útbúgving, mentan, list og samfelag, og millum frítíðarítrivini teljast kórsangur, guitarspæl, tónleikur, felagslív og politikkur.

Hevur tú ein spurning ella onkra viðmerking, ella kanska eitt hugskot til mín, send mær nøkur orð við hesum frymli.