Føroyar í fremstu røð

– tá ræður um at framleiða áhugavert og dygdargott undirvísingartilfar!

Kommunurnar hava ein nógv størri leiklut enn tann, vit dagliga geva okkum far um, tá um skúlaskap og undirvísingarmiðlar ræður. Tí er tað sera kærkomið og viðkomandi fyri kommunalu skúlarnar, og kommunupolitikk sum heild, at føroyskt undirvísingartilfar í farnu viku fekk altjóða viðurkenning sum fram úr dygdargott og væl ætlað tí rætta aldursbólkinum.

Vit skrivaðu søgu í farnu viku, tá NÁM fekk 1. virðisløn frá Belma fyri at framleiða áhugavert, dygdargott og nútíðar undirvísingartilfar. Belma stendur fyri “Best European Learning Material Awards”.

Undirvísingartilfarið, sum fekk 1. virðisløn, er bókaheildin Finka, sum er ætlað 2. flokki í føroyskum. Bókaheildin er sett saman av tekstbók við søgum, yrkingum, sangum og tekningum, har evnið er tikið úr veruliga lívinum, føroysku náttúruni, djórum, barnabókmentum o.s.fr., umframt tveimum arbeiðsbókum, einari ljóð- og mállærubók og einari læraravegleiðing. Marianna Skarðenni hevur skrivað og evnað tilfarið til bókaheildina og tekningarnar hevur Kathrina Skarðsá gjørt.

Tað er bæði hugaligt og stuttligt, at vit í einum so avmarkaðum máløki kunnu vekja áhuga í altjóða høpi, tá talan er um at framleiða hetta slag av undirvísingartilfari.

Um tað ikki var fyri korona, so hevði virðislønin frá Belma verið handað á stóru árligu bókamessuni í Frankfurt, sum átti at havt verið í síðstu viku. Ístaðin fór handanin fram umvegis alnótina, og í tí sambandi varð skipað fyri hátíðarhaldi í Námi fyri starvsfólki og innbodnum.

Í hesum sambandi helt Eyðun Gaard stjóri í Námi eina talu, har hann ynskti teimum, ið høvdu arbeitt við hesum 1. virðislønarverki, til lukku, og har hann m.a. vísti á týdningin av at hugsa stórt, so at  londini rundan um okkum og longur úti í verð, kundu fáa eyguni upp fyri, at vit í Føroyum eru í fremstu røð í heiminum, tá um undirvísing ræður.

Eyðun Gaard stjóri í Námi heldur røðu í sambandi við at Belma virðislønirnar í 2020 verða avdúkaðar, har Nám vann 1. virðislønina.
Bókaheildin Finka er sett saman av fimm bókum: Læraravegleiðing, tekstbók, arbeiðsbók 1 og 2, umframt ljóð- og mállæra.

Vit kunnu undrast á, hvussu hetta kann bera til og at tað kann lata seg gera, tá vit hugsa um, at tað er fáur uttan fyri landoddarnar, sum skilir eitt vet av føroyskum máli, sum hetta við føroyskum undirvísingartilfari jú snýr seg um, tá alt kemur til alt.

Hugsa vit okkum, hvussu nógv arbeiði og hvussu nógv nærlagni hevur verið lagt í at framleiða áhugavert, dygdargott og snøgt undirvísingartilfar á føroyskum ta seinastu hálvu øldina, er tað kanska ikki so undranarvert kortini, at vit onkuntíð eisini kunnu vinna eina altjóða virðisløn og prýða okkum við hennara skrúði.

Takkað verið framskygdum og nærlagdum skúlafólki øll hesi árini, bæði á Bókadeildini hjá Føroya Lærarafelag, í Skúlabókagrunninum og nú í Námi, umframt teim mongu og dugnaligu høvundunum og týðarunum, hava vit als onga orsøk til at smæða okkum burtur.

Frá almennari síðu hevur týdningurin av skúlabókagerð altíð verið raðfestur frammarlaga, tí øll hava dugað at sæð, at tað hevur verið avgerandi og alneyðugt, fyrst og fremst fyri at styrkja støðuna hjá føroyska málinum, sum í dag hevur stórar avbjóðingar at kappast við.

Og tað kann heldur ikki útilokast, at stóra og umfatandi bókaútgávuvirksemið og orðabókaarbeiðið, bæði hjá Orðabókagrunninum, Fróðskaparsetrinum, Fróðskaparfelagnum og Sprotanum hevur havt ein avgerandi leiklut í at fáa útbreiðsluna av føroyskum máli, mentan og bókmentum víða út um landoddarnar. Eyðsæð hevur hetta verið eitt miðvíst og tógvi stríð, sum eisini almennu Føroyar hava dugað at sæð týdningin av.

Skulu vit hóra undan og gera okkum galdandi sum málsliga tilvitað tjóð, eigur nógv størri ferð at verða sett á granskingina í føroyskum máli og frálærufrøði á Fróðskaparsetrinum, soleiðis at bæði vit sjálv og heimurin kring okkum kunnu fáa eina fatan av, hvør serstakur dýrgripur føroyska mál okkara í veruleikanum er, og at tað kann verða nýtt í bókmentum og gransking á hædd við onnur alheims tungumál, og at vit hámeta skúlaskap sum tað, ið veruliga kann lyfta okkum sum fólk og samfelag.

Leikluturin hjá teimum føroysku kommununum í hesum sambandi eigur heldur ikki at verða undirmettur. Tað eru kommunurnar, sum at enda skulu útvega næmingunum í fólkaskúlanum hóskandi undirvísingartilfar, og tær eru tí eisini við til at fíggja ein fittan part av hesum týdningarmikla arbeiði, sum er. Tó verður neyðugt at fara nógv longur niður í brókafikkurnar eftir fígging, sum veruliga hevði gjørt mun.

Mín vón er tí, at nevndu partar, bæði einstaklingar, stovnar og myndugleikar, taka enn eitt munagott tak saman, okkara útbúgvingarverki og máli at frama.

John Dalsgarð

Leave a Reply

Your email address will not be published.