Havnin sum universitetsbýur

John Dalsgarð, valevni

Tórshavnar kommuna skal vera ein nógv meira virkin partur í at gera Havnina til ein veruligan universitetsbý, ið skal vera við til at seta dám á eitt blomstrandi lestrar- og mentanarlív í býnum.

Vanliga fatanin av einum universitetsbýi er ein staður, har ein floymur av ungdómi kemur til býin at fáa eina útbúgving. Samstundis er eina universitetsbýur ein staður, har mentanarlívið stórtrívist, júst vegna hesi orkuríku ungu, sum umframt at lesa eisini eru virknir luttakarar í øllum hugsandi tiltøkum.

Hóast bæði Fróðskaparsetrið og Glasir húsast í Havn, so sæst hetta ikki aftur í aldursbýtinum hjá íbúgvunum, tvørturímóti er aldursbólkurin 20-29 ár í Tórshavnar kommunu eitt vet lægri enn hinir aldursbólkarnir. Hetta merkir helst, at ungdómurin í Havn leitar sær út um landoddarnar at fáa sær útbúgving, samstundis sum fá flyta til Havnar í sambandi við útbúgving. Tey av bygd, sum koma til Havnar at útbúgva seg, velja heldur at vera búgvandi á bygd og ístaðin pendla ímillum.

Grafurin vísir lutfallið millum teir ávísu aldursbólkarnar í Havn, Aalborg og Keypmannahavn. Tað sæst, at bæði Aalborg og Keypmannahavn hava lutfalsliga nógv fleiri íbúgvar í aldursbólkinum 20-29 ár. Hetta er sjónligt dømi um, at bæði Aalborg og Keypmannahavn eru universitetsbýir, meðan Havnin enn eigur hetta til góðar.

Aalborg og Keypmannahavn at samanbera við
Um vit samanbera við lutfallið í tveimum kendum universitetsbýum, nevniliga Aalborg og Keypmannahavn ,so sæst, at serliga aldursbólkurin 20-29 ár er nógv størri enn aðrir aldursbólkar í hesum báðum býum. Hetta er júst vegna floymin av ungdóm til hesar býir, eisini úr Føroyum.

Í Havn koma eisini ein rúgva av lesandi til Havnar. Men tey “pendla” – tey koyra og sigla til undirvísing, og so skjótt undirvísingin er av, fara tey heimaftur. Sostatt eru tey ikki partur av býarumhvørvinum í Havn. Tíðin tey brúka til ferðing fer burtur av tíðini, tey hava til onnur tiltøk.

Lestrarbústaðir, kampus og livandi mentanarlív
Í øðrum universitetsbýum verður lagdur stórur dentur á at skapa góðar umstøður fyri tey lesandi, m.a. við lestraríbúðum. Flestu føroyingar kenna Oyrasundskollegiið, har útvið 1000 íbúðir eru á einum til tað lítlum øki. Tað er eitt samfelag fyri seg, har nógv vinarbond eru knýtt, og nógv professionell samstørv seinni í lívinum eru grundað á.

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 1000 lesandi, sum koma úr øllum landinum. Bæði tey og Havnin høvdu fingið nógv meira burturúr teirra tíð á Setrinum, um tey fingu karmar at búleikast, á sama hátt sum í øðrum lestrarbýum.

Fróðskaparsetrið skal hava eitt kampus, og partur av tí eru lestraríbúðir. Lat okkum byrja at byggja hesar, ongantíð ov skjótt.

John Dalsgarð
valevni fyri Tjóðveldi

One thought on “Havnin sum universitetsbýur

  • 09/11/2020 at 23:24
    Permalink

    Onkur av hesum økjunum eru náttúruperlur mitt í býnum, við óbeskriviligum herligheitsvirði. Serliga frá punktinum “Landsstýrið-2.500” til “Løgting-10.000”.
    Men eitt øki sum “Mentamálaráðið-og-kommuna-24.000” hevur onga funktión og onki rekreativt virði; er bara spillpláss, sum er.
    Tað kundi nokk við fyrimuni verðið bygt eitt parkeringshús inn í brekkuna sunnanfyri/niðanfyri Sjómansskúlan, við innkoyring frá JC Svabos gøtu. Til at seta í staðin fyri parkeringina á Skálatrøð.

    Reply

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *